Innanlands

Nú skal skøran burturbeinast - uttan mold

Skøra skal latast til IRF til brenningar

Tíðin er aftur komin til, at borgarar og kommunur aftur fara undir at týna skøruna (Mynd: IRF)

Tíðin er aftur komin til, at borgarar og kommunur aftur fara undir at týna skøruna (Mynd: IRF)

2025-05-20 18:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summarið nærkast av álvara - vit hava havt veruligt summarveður í yvir eina víku nú.

Hetta merkir eisini, at tíðin aftur er komin til, at borgarar og kommunur aftur fara undir at týna skøruna.

IRF heitir á heimasíðu sínari kommunur um, at minna borgarar og felagskapir á, hvussu skøran skal burturbeinast.

Fleiri kommunur hava eisini deilt hesi boðini á heimasíðnum sínum

Skøra skal latast til IRF til brenningar

Tað er ein rættur háttur at sleppa sær av við skøru.

- Av tí at skøra er ein innræsin planta, sum breiðir seg skjótt og lætt, skal hon latast til IRF til brenningar sambært nærri avtalu við IRF.

Moldin má bustast væl av rótini

- Tað er umráðandi, at moldin verður bustað væl av rótini, tá ið skøran verður tikin upp við rót, skrivar IRF.

Orsøkin er, at moldin køvir eldin í ovninum hjá IRF. Tí verður heitt á øll um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum gjørligt fylgir við skøruni, tá ið hon verður burturbeind.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder