Innanlands

Nú skal varskógvaraskipanina standa ella falla

Løgtingið atkvøður endaliga fyri uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðharranum í dag

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum

2019-02-12 10:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrsta mál á skránni, tá løgtingið kemur saman í dag kl. 11 er triðja viðgerð av málinum um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk.

Tað er Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, sum hevur sett fram uppskotið. Verður málið samtykt, kemur varskógvaraskipanin í gildi 1. mars.

- Varskógvaraskipanin hevur til endamáls at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi o.a. í fyrisitingini, stendur at lesa í uppskotinum hjá landsstýriskvinnuni.

Tá málið var til aðru viðgerð í farnu viku varð tað samtykt við 15 atkvøðum fyri. 14 samgongulimir atkvøddu fyri, umframt Magni Laksáfoss, sum er uttanflokka. 11 atkvøður vóru ímóti uppskotinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder