Innanlands

Nú skulu foreldur melda børnini til summarbarnaansing talgilt

Í ár avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar Kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-08 19:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tilmeldingin til summaransingartilboðið hjá dagstovnunum í Klaksvíkar kommunu er nú talgild.

Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar Kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta hvønn tørv teirra barn hevur á summaransing. Ein tílík skipan krevur góða planlegging, tí har eru bæði nógv børn og starvsfólk, sum skulu halda sína summarferiu.

Klaksvíkar kommuna biðir tí foreldur um at boða frá á heimasíðuni hjá kommununi hvønn tørv barnið hevur á summaransing. Fráboðanin skal vera Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. mai 2019. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder