Í dag varð eitt uppskot hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, samtykt. Uppskotið snýr seg um at gera talgildan samleika fyri føroyingar, og tað varð einmælt samtykt.
Tað var ongin viðgerð av uppskotinum til 3. viðgerð, helst tí at bæði samgonga og andstøða vóru samd um uppskotið.
Sambært lógaruppskotinum, er talgildur samleiki ein KT-loysn til elektroniska eyðmerking av persónum. Talan er eisini um elektroniska undirskrift, ið skal kunna nýtast á talgildum tænastum bæði hjá tí almenna- og tí privata.
Talgildi samleikin er partur av stóru verkætlanini "Talgildu Føroyar" og lógin krevur, at eitt nú peningastovnar skulu loyva nýtslu av talgilda samleikanum, tá elektronisk undirskrift verður nýtt. Tí verður ikki neyðugt hjá føroyingum at brúka Nem-id í framtíðini, tí føroyski talgildi samleikin skal kunna brúkast heldur.
Lógaruppskotið áleggur hinvegin ikki borgarinum at hann skal hava talgildan samleika, men at almennir- og privatir stovnar skulu loyva nýtslu av talgilda samleikanum, um elektronisk undirskrift verður brúkt. Tí kann væntast, at teir føroyingar, sum vilja, kunnu brúka Nem-id í framtíðini eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald