Innanlands

Nú sleppur kannabisflokkurin at stilla upp

Undirskriftirnar eru endaliga góðkendar av Heilsu- og innlendismálaráðnum

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, Hjalmar Zachariassen og Arnfinn á Birtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, Hjalmar Zachariassen og Arnfinn á Birtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-19 14:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis hevur í dag fingið fráboðan frá Heilsu- og innlendismálaráðnum um, at nóg nógvar undirskriftir eru góðkendar, til at stilla upp til komandi løgtingsval.

Tað var hósdagin í síðstu viku, at stigtakararnir Hallur Hjalgrímsson Djurhuus og Arnfinn á Birtuni handaðu Heilsu- og innlendismálaráðnum 820 undirskriftir.

Nú fer flokkurin at gera seg til reiðar at byrja eitt valstríð, og vónar at sleppa framat í miðlum eins og hinir flokkarnir gera.

- Framtakið vónar sjálvandi ikki vera fyri mismuni í útvarpi, sjónvarpi og ymsu portalinum, og væntar líka nógva tíð og eksponering sum hinir etableraðu flokkarnir, sigur flokkurin.

Flokkurin kunngjørdi hósdagin eitt nýtt valevni. Hjalmar Zachariassen úr Hvannasundi, sum annars ætlaði at stovna Føroyaflokkin, stillar upp fyri Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, umframt at báðir stigtakararnir eisini stilla upp.

Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 1. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder