Innanlands

Nú traðkar Klaksvíkar kommuna á bremsuna

Bilførarar kunnu í øllum førum ikki traðka nógv á spitaranum, tá koyrt verður undir Fossum, har nógv ferðsla er. Ferðmátarar eru fyribils settir upp og enn eitt 40 km/t øki í Klaksvík

- Hetta er eitt øki, har bilar ofta koyra skjótari enn loyvt er, og tí verður hetta gjørt, fyri at tálma ferðsluni og at bøta um trygdina. Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari í samband við nýggja ferðsluáseting á breiðum vegi (Mynd: klaksvik.fo)

- Hetta er eitt øki, har bilar ofta koyra skjótari enn loyvt er, og tí verður hetta gjørt, fyri at tálma ferðsluni og at bøta um trygdina. Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari í samband við nýggja ferðsluáseting á breiðum vegi (Mynd: klaksvik.fo)

2024-05-15 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani gjørdi løgreglan ferðslukanningar undir Fossum. Hetta var eftir áheitan frá íbúgvum við vegin ovarliga á vestara armi í Klaksvík: Talan er um ein breiðan og góðan veg at koyra eftir.

Trupulleikin er, at nógv ymisk ferðsla er, at nakrar brekkur ganga til vegin, og at bilar ofta standa parkeraðir eftir pørtum av vegnum, har fólk hava hug at koyra heldur skjótt. Sjey bøtur og eitt klipp vórðu givin í síðstu viku, tá bilar koyrdu millum 64 og 74 km/t í 50 km/t økinum.

Sí eisini: Koyra ov skjótt á vegastrekki í Klaksvík

Nú er greitt, at talan ikki longur er um eitt 50 km/t økið. Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari í dag, at ferðslunevndin hjá Klaksvíkar kommunu hevur samtykt, at mest loyvda ferðin á vegastrekkinum frá Klingrugarði til Klaksvíksskákið, skal minkað úr 50 km/t. til 40 km/t. Hetta er heilt frá stutt eftir húkin og Bónus - við innkoyringina til ídnaðarøki við fleiri handlum - og til endan av vegnum undir Fossum

- Hetta er eitt øki, har bilar ofta koyra skjótari enn loyvt er, og tí verður hetta gjørt, fyri at tálma ferðsluni og at bøta um trygdina. Talan er um ein beinan og breiðan veg, við nógvari ferðslu, sum gongur ígjøgnum íbúðarøki við fleiri síðuvegum.

[object Object]
Á vegastrekkinum norðanfyri (undir Klakki og undir Hálsi), hevur mest loyvda ferðin í mong ár verði 40 km/t, og tískil er talan um at leingja avmarkingina frá Klaksvíksskáki, eftir undir Fossum og Oman Eið til Klingrugarð (Mynd: Klaksvíkar Kommuna)

Soleiðis ljóðar grundgevingin hjá Klaksvíkar kommunu, sum eisini setur meira inn fyri at tryggja, at bilførarar ikki koyra ov skjótt Undir Fossum framyvir. Umframt at vegastrekkið nú verður sett til 40 km/t økið, verður ferðmátari settur upp í eitt avmarkað tíðarskeið.

Neyðug skelti verða sett upp í næstum, skrivar klaksvik.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder