Innanlands

Nú veittrar Merkið yvir barnagarðinum

Nýggi barnagarðurin í Trongisvági er nú reistur

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-05-02 17:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu mánaðirnir hevur Tvøroyrar kommuna javnan umrøtt byggingina av nýggja barnagarðinum í Trongisvági. Nú er komið so mikið áleiðis, at bygningurin er reistur og merkið veittrar hátíðarliga úr erva.

Tvøroyrar kommuna skrivar, at tað hevur gingið væl at reisa bygningin, hóast ávís bakkast hava verið á vegnum orsakað av buldrasliga veðurlagnum her um leiðir. Nú bygningurin er reistur, verður alt fyri eitt farið í gongd við at gera innilokanina lidna, so byrjast kann uppá arbeiðið innan.

Brim Arkitektar hava teknað barnagarðin. E-Grevstur hevur staðið fyri útgrevstrinum, MTV-Byggivirkið hevur havt ábyrgdina av betong- og timburarbeiðinum og Bærendsen Teknik stendur fyri El, HVS og automatikki.

Verandi barnagarðurin var tikin í nýtslu 21. mai 1990, og tá var núverandi borgarstjórin við at taka avgerðina um bygging av barnagarði. Avgerðin um víðkanina varð tikin av sitandi býráði í 2017.

Í dag er ganga 52 børn í Mýrifípuni, og tá útbyggingin er liðug er rúm fyri 52 børnum afturat.

Útibarnagarðurin verður eisini í barnagarðinum, og fer at hava rúm fyri 20-35 børnum. Hann verður í 2 hæddum.

Stórur áhugi er at sleppa í barnagarð. 26 børn eru á bíðilistanum til vøggustovu og 12 børn eru á bíðilistanum til barnagarð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder