![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Eins og undanfarin ár, hava rættiliga nógv fólk ferðast á nólsoyarleiðini, nú summarfrítíðin er hálvrunnin. Økingin av ferðafólkum, ið ferðast til og úr Nólsoy, hevur ávirkað flytførið hjá fastbúgvandi í Nólsoy; mangan er komið fyri, at tey ikki sleppa við ávísar túrar, tí hægst loyvda ferðafólkatal er rokkið.
Nólsoyarleiðin hevur aftur í summar verið nógv umtalað. Ónøgdin hevur verið stór, tí, sum Strandferðslan skrivar, nógv hava staðið eftir, orsakað av at ikki fleiri enn 95 sleppa við.
Les eisini: - Til ber at nøkta tørvin við skili
- Á sumri hevur verið møguligt at økja um manningartalið umborð á Ternuni so til ber at hækka ferðafólkatalið úr 95 í 294. Fyri at geva ferðafólki møguleika at halda almennu tilmælini um frástøðu hevur hetta ikki verið gjørt í ár, skrivar ssl.fo
Ístaðin er avgerð tikin um, at eyka túrar skulu gerast yvir summarfrítíðina, tá tørvur er á tí.
Fyri at tryggja nøktandi flutningsskyldu hevur umsitingin hjá SSL saman við skipsleiðsluni frá Ternuni kanna møguleikan fyri at sigla eyka túrar, og fyri at gerða hetta eru mannagongdir viðvíkjandi viðlíkahaldsarbeiði broyttar.
Eyka túrar verða bert sigldir innanfyri vanliga ferðaætlanartíð; tað merkir, at ongin eyka túrur er áðrenn kl. 06.45 og eftir síðsta túr úr Nólsoy kl. 22.25. Strandferðslan skrivar til seinast, at so skjótt sum heilsufakligi myndugleikin metir tað verða ráðiligt at økja ferðafólkatalið úr 95 í 294, verður tað gjørt í stundini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald