Innanlands

Nú verða fiskiloyvi fyri 2020 útskrivað

Vørn boðar frá, at byrjað varð í dag við fiskiloyvum til fiskifør undir fiskidagaskipan

2019-12-27 12:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Starvsfólk á Vørn útskriva fiskiloyvi fyri 2020 í dag og mánadagin 30. desember verður hildið fram. Byrjað verður við fiskiloyvum til fiskifør, ið eru undir fiskidagaskipan. Hetta skrivar Vørn á heimasíðu sínari

Tað er ilt hjá fiskiveiðueftirlitinum at í løtuni kunna um, hvussu nógv loyvi verða útskrivað, áðrenn árskiftið. Nógvar umsóknir skulu viðgerast, og viðkomandi kunnugerðir skulu lýsast, áðrenn loyvi til fiskiskap verður skrivað út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder