Innanlands

Nú verða íbúðirnar á Kneysum bygdar

Eftir fimm ár byrjar arbeiðið endiliga

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2019-01-15 12:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ætlanirnar um at byggja íbúðir á Kneysum á Toftum verða endiliga førdar út í lívið.

Nes kommuna og Bústaðir byrjaðu samskiftið um at byggja 18 íbúðir omanfyri havnarlagið á Toftum í 2013, men ikki fyrrenn í oktober varð rammuavtala um bygging av tveimum íbúðareindum undirskrivað.

Tað er Falkon Entreprenørar, sum stendur fyri lendisarbeiðnum fyri Nes kommunu og Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað partalagsavtalu um byggingina.

Annar bygningurin verður skipaður sum lutaíbúðir, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni. Klárt veðrur at flyta inn á heystið 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder