2019-01-07 10:41
Nú er aftur farið í gongd við at skifta ljósini í Vágatunlinum. Arbeiði byrjar í gjárkvøldið, og væntandi verður arbeiðið liðugt um mánaðarskiftið januar/feburar.
Higartil eru ljósini skift í meira enn 3,5 km av tunlinum, skrivar JN.fo.
Ferðslan verður órógvað í samband við arbeiðið. Tunnilin verður stongdur um næturnar hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun millum kl. 22 og 06. Tó verður ferðslan leidd ígjøgnum tunnilin klokkan 23, 00, 02 og 04.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald