2018-12-20 03:08
Eftir orðaskiftið í nakrar tímar skal løgtingið nú taka støðu til um tað hevur álit á landsstýriskvinnuni í mentamálum.
Formenninir fyri flokkarnar í andstøðuni hava lagt uppskot um misálitisváttan á Rigmor Dam fyri handfaringina av Glasir og pengar sum eru brúktir í heimildarloysi.
Fyri at misálit skal verða samtykt, skal meira enn helvtin av teimum 33 limunum í løgtinginum atkvøða fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald