Innanlands

Nú verður barsilsfarloyvið longt

Barsilsfarloyvið verður longt upp í 48 vikur

2019-05-01 16:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingið hevur í dag viðtikið at leingja barsilsfarloyvið við tveimum vikum. Barsilsfarloyvið verður tí framyvir 48 vikur. Eisini varð samtykt at foreldrini sjálvi gera av hvussu tey nýta barsilsfarloyvið.

Tá atkvøtt varð í málinum í dag vann uppskotið frama við 17 fyri og 16 ímóti.

Eitt sindur av ósemju hevur verið um hvussu hesar báðar vikurnar, sum verða afturat, skulu býtast, men tá alt kom til alt varð viðtikið, at hetta gera foreldrini sjálvi av. Tað var eisini tað, sum meirilutin í Rættarnevndini mælti til.

Annars var eisini ætlan at báðar vikurnar skuldi eyðmerkjast pápanum, og í uppskotinum, sum var lagt fyri tingið var mælt til, at tann eina vikan varð eyðmerkt pápanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder