Innanlands

Nú verður bert koyrandi annan vegin undir Pisuvarða

Gøtan er ov smøl til bæði parkering og ferðslu báðar vegir, og útsýnið er vánaligt á Tinghúsvegnum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-04-24 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú verður bara koyrandi oman eftir gøtuni undir Pisuvarða. Nátt vórðu skelti sett upp, sum bara loyvir einvegis ferðslu. 

Gøtan er ov smøl til bæði parkering og ferðslu báðar vegir, harafturat er útsýnið vánaligt á Tinghúsvegnum, og hálka er eisini til tíðir ein avbjóðing. 
 
Tí verður tað í framtíðini soleiðis, at koyrt verður frá Tinghúsvegnum og oman á Hoydalsvegin, skrivar Tórshavnar kommuna.

Kommunan metir, at einvegis ferðsla undir Pisuvarða verður tryggari fyri ferðandi bæði til gongu og í bili.
[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder