Innanlands

Nú verður eisini møguligt at bíleggja sær pláss úr Skopun

Frá 4. mars verður eisini møguligt at bíleggja sær akfarspláss á túrunum úr Skopun. 

Gjørligt hevur verið at bílagt sær akfarspláss við Teistanum av Gomlurætt. Nú verður gjrøligt at bíleggja hetta sama av Skopun (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Gjørligt hevur verið at bílagt sær akfarspláss við Teistanum av Gomlurætt. Nú verður gjrøligt at bíleggja hetta sama av Skopun (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-02-19 10:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Síðani oktober í 2017 hevur verið møguligt at bílagt sær akfarspláss við Teistanum av Gomlurætt til Skopunar. Frá 4. mars verður eisini møguligt at bíleggja sær pláss á túrunum úr Skopun. 

Skipanin við bílegging av akfarsplássi umborð á Teistanum av Gomlurætt, sum kom í gildi 23. oktober í 2017, hevur virkað so mikið væl, at hon nú verður sett í gildi fyri allar túrar hjá Teistanum, skrivar Strandfaraskip Landsins á heimasíðuni. 

Fyri at bíleggja úr Skopun mást tú hava vanga, og goymslugjald verður tikið fyri bíleggingina. Goymslugjaldið er helvtarprísur av ferðaseðlaprísinum, og fer aftur inn á vangan, tá ið tú koyrir umborð. Møtir tú ikki upp verður goymslugjaldið afturhildið.

Tað verður tó framvegis soleiðis, at um pláss er á dekkinum, ber sjálvandi enn sum áður til at koyra bilin umborð á Teistan, uttan frammanundan at hava bílagt sær pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder