Á bygdaráðsfundinum fyrr í mánaðinum samtykti Sørvágs bygdaráð at gera sáttmála við byggifelagið Kanjon um bygging av ítróttahøll í Sørvági.
Í gjár var sáttmálin undirskrivaður. Sáttmálaupphæddin er knappar 44 milliónir krónur uttan mvg. Høllin skal standa liðug í oktober 2027, skrivar Sørvágs kommuna.
Hetta merkir, at møguleikarnir fyri innandura ítrótt í Sørvági fara at betrast munandi. Nýggja høllin verður umleið 2.000 fermetrar. Leikøkið verður 25 x 45 metrar, ið gevur gott pláss til tríggjar flogbóltsvallir á stuttsíðu og litaðan flogbóltsvøll á langsíðu.
Hæddin á leikøkinum verður 9 metrar. Umframt flogbólt, so verða eisini strikur og umstøður til hondbólt, badminton og kurvabólt.
Yvirskipað inniheldur høllin høvuðsinngongd, skrivstovu, fýra skiftirúm, høli til felag, fitnessøki, vesifasilitetir, sølustað og goymslupláss. Høllin tekur atlit til koyristólsbrúkarar við lift, áskoðaraplássi til koyristólsbrúkarar, lættari atkomu og stórum skiftirúmi, ið gevur koyristólsbrúkarum møguleika at íðka í høllini.
Kommunan skrivar, at høllin verður eitt livandi savningarstað fyri alla kommununa, har børn, ung og vaksin kunnu hittast um felags áhugamál og upplivingar. Við betri umstøðum er møguleiki at menna ítróttaliga støðið enn meira.
Høllin verður eisini eitt týdningarmikið íkast til felagsskapin í Sørvági. Hon fer at mynda rammur fyri felags upplivingum og mentanarligum tiltøkum, ið styrkja samanhaldið í kommununi.
Høllin verður bygd sunnan fyri dagstovnin Alvalon. Sjálvur bygningurin tekur atlit til verandi bygging, har tað serliga er framsíðan, sum við síni uppdeiling ger bygningin livandi og fólksligan.
Seinni í ár fer Kanjon at hava framløgu um høllina fyri borgarum í Sørvágs kommunu.
(Modelmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald