Innanlands

Nú verður felag til frama fyri lutaíbúðir sett á stovn

Stovnandi aðalfundur verður í Finsen mikukvøldið. Felagið skal virka fyri at skapa grundarlagið undir lutaíbúðabygging

2023-02-18 08:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikukvøldið klokkan 19 verður stovnandi aðalfundur í Finsen

Fundurin fer at snúgva seg um at stovna áhugafelag formliga. Felagið skal virka fyri at skapa grundarlagið undir lutaíbúðabygging í Føroyum.

Fundurin verður í tveimum pørtum. Fyrri parturin fer at kunna um, hvussu felagið verður stovnað, endamál og viðtøkur annars, treytirnar fyri at gerast virkin limur í felagnum og annað í tí sambandi. At enda er spurnarumfar áðrenn ein stuttan steðg.

Seinni parturin er sjálvur aðalfundurin - um undirtøka er fyri tí. Veljast skulu orðstýrari, skrivari, nevnd og varalimir, grannskoðari, aðal- og eykaaðalfundur og alt annað, ið snýr seg um eitt tílíkt felag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder