Síðani tingið fór í jólafrí klokkan hálvgun fimm hósnáttina tann 20. desember í fjør, hevur eingin tingfundur verið.
Orsøkin er ikki, at eingi mál hava verið at viðgera - tey eru nógv - men orsøkin er at tingsalurin hevur verið undir umbygging.
Ætlanin var at hava tingfund í morgin, men tað eydnaðist ikki at hava tingsalin kláran. Í næstu viku eru fleiri av tingfólkunum burtur í sambandi við Útnorðurráðið, og tí er fundur nú ásettur 1. februar. Á skránni er framløga og atkvøðugreiðsla um fyrispurning verður á skránni.
Nú Rigmor Dam hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna í mentamálum, verður hon aftur at síggja sum tingfólk. Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur verið varafólk, má víkja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald