“Koyrandi til Dals um fýra ár.” Soleiðis var yvirskriftin á grein á heimasíðuni hjá Landsverki aftaná borgarafundin í Sólarris í Húsavík fyrst í árinum. Tunnilin til Dals hevur verið ávegis leingi, men nú verður hol sett á. Verkætlanin við tilhoyrandi vegagerð er komin so væl áleiðis, at hakin nú verður settur í, skrivar Landsverk.
Hetta fer framhósdagin 16. mai klokkan 16.00 húsavíkarmegin. Ein tíma undan og undir sjálvari hátíðarløtuni verður bert koyrandi eftir vegnum ígjøgnum bygdina. Ein tekning, sum vísir, hvar koyrandi verður, hvar parkeringspláss eru, og hvar hátíðarhaldið fer fram, kann takast niður her
Skrá fyri hátíðarløtuna
Tað verður Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin á staðnum, har hakin verður settur í. Hesa uppgávuna fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, ið fer at siga nøkur orð í tí sambandi. Síðan verður tað borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, sum fær orðið.
Um verkætlanina
Talan er um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil. Afturat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin, meðan 3.000 metrar av verandi vegi skulu breiðkast. Fyrst verður ein arbeiðsvegur gjørdur í Húsavík, og fyrireiking gjørd av lendinum við tunnilsmunnan. Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin.
Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum verður mettur at kosta millum 75-85 mió. krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald