Innanlands

Nú verður Kristin viðgjørdur

Tann 29. desembur verður viðgjørt, um Kristin Michelsen skal sleppa at røkja bæði ting- og borgarstjórasessin

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-22 11:05 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tvøroyra kommuna hevur gjørt skrá fyri býráðsfundi, sum verður 29. desembur, og á skránni er viðgerð av loyvi borgarstjórans at sita á bæði tingi og at røkja borgarstjórasessin. Borgarstjórar skulu hava loyvi frá býráðnum at røkja tingsessin samstundis sum borgarstjórasessin. 

Um so er, at býráðið ikki gevur Kristin loyvi at røkja sessin, verður hann noyddur at velja ímillum borgarstjórasessin og tingsessin. Kristin Michelsen er í minniluta, og meirilutin hevur vilja havt málið á skrá, síðani nýggjur meiriluti varð skipaður. 

Kringvarpið veit at siga, at Kristin er farin í jólafrí, og at Anita Viðbergsdóttir tí er virkandi borgarstjóri. Kristin hevur ikki boðað frá, nær hann fer til arbeiðis aftur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder