Mentan

Nusantara Beat & Stuzzi á G! Festivalin

Nøvnini hava tað til felags, at tey blanda øll møgulig tónleikasløg saman. - Við báðum kanst tú lata hugin sveima til fjarskotin lond og strendur, skrivar festivalurin í tíðindaskrivi

Nusantara Beat er samansettur av indonesarum, sum búgva í Niðurlondum og dyrka sín tónleikaliga uppruna

Nusantara Beat er samansettur av indonesarum, sum búgva í Niðurlondum og dyrka sín tónleikaliga uppruna

2025-04-08 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undir yvirskriftini Dansur og dreymar til fjarskotin ljóð kunnger G! Festivalurin í dag tvey nøvn. Tey hava tað í felag, at tey blandað øll møgulig tónleikasløg saman.

- Við báðum kanst tú lata hugin sveima til fjarskotin lond og strendur.

Nusantara Beat er samansettur av indonesarum, sum búgva í Niðurlondum og dyrka sín tónleikaliga uppruna. Bólkurin gevur eitt púra egið boð uppá, hvussu hetta skal ljóða í 2025.

- Tónleikurin hjá Nusantara Beat gevur eina kenslu av at stíga inn í ein gamlan film, har ferðast verður til fjarskotin lond, og talan skal vera um eina spennandi samanrenning millum tónleikasløg.

Svenski Stuzzi bergtók tónleikastjørnan

- Í somu løtu eg trein inn í rúmið visti eg, at her var okkurt serligt á skránni. Salurin kókaði, og eg merkti hvussu bein og armar kravdu fulla loysing, og ætlaðu sær at dansa.

Soleiðis sigur tónleikastjórni hjá G!, Høgni Lisberg, sum upplivdi svenska Stuzzi fyri einari tíð síðani. Tað tók ikki meira enn 20 sekund áðrenn avgjørt varð, at hesin skuldi á G! 2025.

- Tað vóru rútmurnar av disko, kumbia, house, funk og rave, framført av svenska Stuzzi og bólki hansara.  Tað skal vera stuttligt at spæla tónleik og somuleiðis, at lurta. Og tað verður snøgt sagt ikki stuttligari enn tað sama.

[object Object]
Stuzzi og hansara bólkur vera at uppliva í Syðrugøtu í summar

G! Festivalurin 2025 verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder