2018-12-23 11:15
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinastu dagarnar hevur eitt snøgt spildurnýtt áttamannafar ligið í bátahylinum í Skopun.
Talan er um ein nýggjan føroyskan bát, sum bátabyggjarin heima á Sandi, Jóan Petur Clementsen, hevur smíðað til Petur Sivertsen í Hoyvík.
Arbeiðið hevur tikið nakrar mánaðir, og í vikuni kundi træbáturin flytast til Skopunar, har hann varð flotaður í øllum góðum.
Eigarin av áttamannafarinum við navninum Greipan, ætlar at sigla bátin yvir um Skopunarfjørð og um Kirkjubønes í dag, og gongur sum ætlað, verður Greipan á Hoyvík um 13-tíðina frættist úr skopun.
Báturin hevur ein 42 HK motor, og gongur væl.
Myndir: Sniálvur Røvilsberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald