2019-02-26 10:48
Nú er gongd sett á at nýgera niðara part av Skálavegnum. Í ovaru síðu av vegnum verður kantur stoyptur og nýtt frárensl frá vegnum lagt. Eisini verða nýggj lyktapelar settir upp við LED-ljósum. Og síðani verður vegurin asfalteraður.
Í samband við arbeiði á Skálavegi verður eisini farið undir at gera innkomuna til nýggju vegatkomuna til býlingini í Brekkubø.
Gongst sum æltað, so verður arbeiðið við at nýgera Skálavegin liðugt í mai mánað.
Meðan arbeitt verður við at nýgera vegin fer ferðslan helst at verða órógvað nakað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald