placeholder
Innanlands

Nýggi bjargingarbáturin skjótt klárur at fara í tænastu

Seinasta arbeiði við at dagføra Tanum verður nú gjørt

Anker Eli Petersen hevur sniðgivið og valt litirnar á nýggja bjargingarbátinum (Mynd: Ingi Sørensen)

Anker Eli Petersen hevur sniðgivið og valt litirnar á nýggja bjargingarbátinum (Mynd: Ingi Sørensen)

2020-08-11 12:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú vantar bara tað seinasta í áðrenn nýggi bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag kann takast í nýtslu og avloysa núverandi Rescue Lív.

Síðani báturin kom til Føroya í mai í fjør hevur hann varðveitt upprunanavnið Tanum, men báturin fær nýtt navn, tá hann verður settur í tænastu, sigur Magni á Deild Olsen nevndarlimur í Havnar Bjargingarfelag og skipari á Tanum og Rescue Lív.

Eftir at hava verið uppi á landi til umvælingar og dagføringar í fleiri mánaðir, er Tanum nú – nýmálaður – flotaður aftur.

Tað er fjøllistamaðurin Anker Eli Petersen, sum hevur sniðgivið og valt litirnar til bjargingarbátin.

- Vit hava lagt fleiri hundrað sjálvbodnar tímar fyri at fáa Tanum dagførdan hesar mánaðirnar hann hevur staðið uppi á landi, og nú manglar lítið í. Í morgin kemur ein maður úr Svøríki, sum skal gera arbeiðið liðugt við at gera motorstýringina elektroniska, og so er um at vera klárt at fara royndartúrar, sigur Magni á Deild Olsen.

Ætlanin er, at báðir bátarnir skulu vera í tænastu eitt skifti, og tá vissa er fingin fyri, at alt virkar umborð á nýggja bátinum, verður núverandi Rescue Lív útfasaður og seldur og Tanum skiftir navn.

Hóast Tanum er frá miðskeiðis í nítiárunum, so er talan um eina munandi uppstiging í tænastuni, sum sjálvbodnu bjargingarfólkini umborð á Rescue Lív kunnu bjóða.

- Tanum er eitt nógv betri skip. Hann er størri við nógv betri plássi og umstøðum umborð fyri bæði manning og tey, ið skulu hjálpast. Sleipiorkan er eisini størri, og siglingarførleinin nógva ferðir betri. Eisini fáa vit ein krana umborð.

- Tanum er eisini nógv betri egnaður til føroyskan sjógv. Rescue Lív siglir skjótt í góðum veðri, men hann er ikki so væl egnaður í vánaligum veðri, og tá verða vit noydd at slaka ferðina nógv. Tanum er nógv betri í sjónum, og verður tí nógv arbeiðsligari og vit fáa møguleika at sigla nógv skjótari í livandi sjógvi, enn vit kunnu í dag. Yvirhøvur verða umstøðurnar munandi betri og tryggari, sigur Magni á Deild Olsen.

Sum sagt verður núverandi Rescue Lív seldur, tá Tanum verður settur í tænastu. Ivasamt er, um tørvur er á bátinum sum bjargingarbátur aðra staðni í Føroyum. Men kanska er onkur áhugaður at keypa bátin til stuttleikabát.

- Annars er áhugi í svensku bjargingartænastuni fyri bátinum, upplýsir Magni á Deild Olsen.

Sí myndirnar tá Tanum kom til Føroyar 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder