2023-02-11 19:17

Í gjár var reisigildi í útibarnagarðinum Fjallafípan, nú sperrurnar í nýggja bygninginum vórðu reistar.
- Henda útbygging er ein liður í arbeiði okkara at útvega fleiri pláss og betri umstøður á dagstovnaøkinum, sigur Eyðstein Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung.
Bygningurin, sum fer at fevna um 3 stovur og í alt 45 pláss, verður liðugur í summar.
Norðhús stendur fyri byggingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald