10. apríl boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin og Vinstraformaðurin, Lars Løkke Rasmussen frá, at hann var í ferð við at stovna ein nýggjan politiskan flokk, og í dag avdúkaði hann navnið á flokkinum: Moderaterne
Í klummu í B.T. segði Lars Løkke soleiðis um nýggja flokkin.
– Nýggi flokkurin ætlar at "skapa framgongd og broytingar á einum krossøki millum ein bláan blokk, sum pínist av virðispolitikkinum og ein reyðan blokk, sum hongur fast í einari avoldaðari áskoðan um einstaklingin og statin".
Í dag er grundlógardagur, og var tað eisini í sambandi við grundlógarrøðu á fundi hjá politiska netverki hansara í Herlev, at Lars Løkke avdúkaði navnið á nýggja flokkinum.
Lars Løkke ger greitt, at flokkurin ikki ætlar at stilla upp á kommunuvalinum, sum verður í Danmark í november, og tí verður stevnuskrá, hjartamál og valevni eisini fyrst kunngjørt eftir kommunuvalið.
Lars Løkke sigur tó, at um Mette Frederiksen útskrivar fólkatingsval áðrenn kommunuvalið, er flokkurin til reiðar.
Les eisini: 10. hvør veljari umhugsar at velja flokkin hjá Løkke
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald