Í dag var hátíðarhald í Kollafirði, nú nýggi frítíðarskúlin í bygdini er liðugur og klárur at taka í nýtslu.
Elsa Berg, borgarstjóri, og Einar Johannesen, verkætlanarleiðari hjá ArtiCon, hildu røðu.
Tað hevur gingið væl at gera frítíðarskúlan. Í februar 2025 varð grivið út, í juli stóð bygningurin innilokaður, og nú er hann liðugur. Frítíðarskúlin er í tveimum hæddum. Niðara hædd er 170 fermetrar. Hon er úr betongi og klødd við timbri. Inni eru fundarhøli, verkstaður, durur, vesi, vaskirúm, tøknirúm, starvsfólkarúm og goymsla.
Ovara hædd er 245 fermetrar og er gjørd úr timburelementum, sum eru smíðað í høllini hjá ArtiCon á Sundi. Á hesi hæddini eru køkur, alrúm, tvey uppihaldsrúm, tvey virknisrúm, vesi og goymsla.
Fuglark og Spenn hava verið ráðgevar. Undirarbeiðstakarar hava verið Renovent, EL.FO, Signar á Fríðufløtum, VM Gólv, Plan, Frønt og Grátt, Innspark og IR Asfalt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald