Týsdagin 14. apríl klokkan 15-17 verður alment hátíðarhald í Kollafirði, í sambandi við, at nýggi frítíðarskúlin er liðugur og verður tikin í nýtslu. Klokkan 10-11 er móttøka fyri innbodnum.
Kura er navnið á nýggja frítíðarskúlanum, sum er 409 fermetrar til støddar.
Arbeiðið at gera skúlan hevur gingið væl, og tíðarætlanin hevur hildið, skrivar Tórshavnar kommuna.
Arbeiðið byrjaði síðst í oktober 2024, tá gamla vatnverkið varð burturbeint, og í februar 2025 byrjaði jørðarbeiðið. Tað hevur tikið eitt ár at byggja sjálvan bygningin við spæliplássi og parkering.
Nýggi frítíðarskúlin er bygdur til 60 frítíðarskúlabørn frá 0.-3. flokk og til ungdómstilboðið Úthangið.
Heildararbeiðstøkan hevur kostað 18.780.000 krónur, og samlaði verkætlanarkostnaðurin er 22 milliónir krónur.
Heildararbeiðstakari er Articon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald