Innanlands

Nýggi maðurin á tingi: Vil framvegis legalisera hassj

Bjarni K. Petersen væntar ikki, at hann fær broytt nógv næsta hálva árið. Men hann fer at royna at seta síni fingramerki

Bjarni Kárason Petersen skal røkja tingsess fyri Framsókn til næsta val. (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen skal røkja tingsess fyri Framsókn til næsta val. (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-20 21:35 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað, sum er áhaldandi uppgávan hjá mær, er at tryggja at fingramerkini hjá Framsókn verða á teimum málinum, sum verða løgd fyri tingið. Eg vil tryggja, at okkara politikkur verður sæddur aftur í teimum málinum, sum verða framt áðrenn næsta val, sigur Bjarni Kárason Petersen, ið tók sæti á tingi í dag. Bjarni skal røkja sessin fyri Honnu Jensen, sum er vorðin landsstýrisfólk í skúlamálum. 

Nýggi tingmaðurin sigur, at tað er avmarkað, hvussu nógv hann fær gjørt við at seta nýggjar dagskráir í tinginum. 

- Tað er avmarkað hvat ein kann gera, tí seinasti framløgudagur er rættiliga skjótt, sigur hann. Hann leggur afturat, at tað heldur ikki verður nøkur stór broyting í politikkinum, nú hann tekur sætið fyri Honnu Jensen.  

- Tað verði sami politikkur, tí tað er sami flokkur, sigur hann. 

Vil framvegis legalisera hassj 
Tað vakti ans seinast Bjarni K. Petersen tók sætið á tingi, tí hann helt, at tað hevði verið skilagott at loyvt veikari rúsevnum sum eitt nú hassj og marijuana. Bjarni hevur ikki broytt støðu ímun til tann spurningin. 

- Eg haldi tað eru ávísir fyrimunir við at legalisera tað. Tað sæst eisini at tað er ein vilji ímillum fólk, tá tað er ein flokkur, sum bara arbeiðir við tí málinum, hevur fingið góðkenning at stilla upp, sigur hann. Hann er tó skjótur at leggja afturat, at hettar ikki er støðan hjá flokkinum. 

- Tað er ikki politikkurin hjá flokkinum, so eg standi sjálvur til svars fyri hesari meining. Men eg ímyndi mær, at hettar er eitt rákið fyri kannabis vindur uppá seg. Og eg skal ikki vera tann, sum seti meg upp ímóti tí, tá tað kemur til stykkis, greiðir Bjarni K. Petersen. Hann sigur eisini, at hann ikki fer at arbeiða við hesum tað næsta hálva árið. 

- Tað er nakað, sum tað ikki er klókt at arbeiða við næstu tíðina, tí tað er ikki undirtøka í samgonguni, sigur hann. 

[object Object]Bjarni K. Petersen og Ruth Vang (Mynd: Sverri Egholm)

Veit ikki hvønn nevndarsess hann fær 
Bjarni K. Petersen greiðir eisini frá, at tað ikki er avgjørt, hvørjum nevndarsessi hann skal sita í fyri flokkin. 

- Tað er ikki avgjørt. Tað er nakað, sum valbólkurin tekur sær av komandi dagarnar. Sum nú er, verði eg svorin inn sum løgtingsfólk í dag, og so taka vit tað har frá, sigur hann.

Portalurin tosaði við Poul Michelsen í gjár, og hann váttaði at kjakast verður um, hvør fer at røkja formanssessin í Mentanarnevndini, sum Hanna Jensen sat í, áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna. Men greitt er, at tað verður onkur úr Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi. Tí verður Bjarni helst ikki formaður í mentanarnevndini, hóast hann skal í tingið fyri Honnu Jensen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder