Innanlands

Nýggi setursrektarin á vitjan

Í gjár var Martin Zachariasen á gátt á Ráðhúsinum í sambandi við fund í stýrisbólkinum fyri samstarvið, sum er millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya

Á myndini eru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Martin Zachariasen, rektari, og Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið

Á myndini eru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Martin Zachariasen, rektari, og Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið

2023-03-10 12:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herfyri varð Martin Zachariasen settur í starvið sum rektari á Fróðskaparsetrinum. Í gjár var hann á gátt á Ráðhúsinum í sambandi við fund í stýrisbólkinum fyri samstarvið, sum er millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetur Føroya.

Hetta samstarv, sum gongur langt aftur í tíðina, varð gjørt formligt í samstarvsavtalu í 2015.

Tórshavnar kommuna og Fróðskaparesetur Føroya draga somu línu, nú stóra kampusætlanin tekur skap á Debesartrøð og á Frælsinum, og har alt virksemið verður samlað.

Tað var í stóran mun hetta, ið varð viðgjørt á fundinum í gjár.

Liður í hesum er arkitektakapping fyri nýggjum felagsbygningini á Frælsinum, sum verður sett í gongd fyrsta dagin. Hetta verður hjartað í kanmpus og teimum uml. 1.200 fólkunum, sum eru knýtt at Fróðskaparsetrinum, antin sum starvsfólk ella lesandi.

Harumframt verður í løtuni bygt um í gamla Lærara-/Venjingarskúlanum, so at virksemið, sum í dag er í Sjóvinnuhúsinum, kann flyta niðan.

Kampusætlanin og ætlanir annars hjá kommununi fevna eisini um nýggjar lestraríbúðir og umstøður, sum gera Havnina til ein fjølbroyttan og livandi universtitetsbý.

Rektarin kunnaði eisini um ætlanir fyri framman bæði viðvíkjandi nýggjum útbúgvingum og ynski um tættari granskingarsamstarv innan øki, har gransking í Føroyum vantar, eitt nú innan umsorganarøkið og námsfrøði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder