Innanlands

Nýggi skannarin og røntgan sett upp á Suðuroyar sjúkrahúsi

- Hetta er ein stórur bati fyri sjúklingarnar, og gevur eisini sjúkrahúsinum møguleika at veita enn fleiri tænastur, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum

Mynd: Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi/Facebook

Mynd: Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi/Facebook

2019-06-10 18:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er nýggjur skannarin og røntgan komin upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Sum skilst er skannarin royndarkoyrdur, men bíðað verður eftir loyvi frá heilsustýrinum fyri endaliga at kunna brúka hann, skrivar Suðurrás.

Samstarvsavtala við radiografar á Landssjúkrahúsinum er eisini ávegis, og tá hetta er komið í lag, kann skannarin takast í nýtslu. Hetta verður væntandi skjótt.

Skannarin kann tó longu nú brúkast í einari akuttari støðu.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum fegnast um hetta.

- Hetta er ein stórur bati fyri sjúklingarnar, og gevur eisini sjúkrahúsinum møguleika at veita enn fleiri tænastur. Tað er hugaligt, at virksemi er í stórum vøkstri og at tænastur leggjast til. Sjúkrahúsið er í støðugari menning, skrivar landsstýriskvinnan á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder