Innanlands

Nýggi stjórin í Norðoya Kunningarstovu hevur havt sín fyrsta starvsdag

Jórun Gardar tók formliga við stavinum 1. juni

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-06-04 10:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jórun Gardar tók formliga við stavinum 1. juni og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri, bjóðaðu henni í dag vælkomnari og ynskti henni bestu eydnu í starvinum

-Eg havi glett meg nógv at byrja, og tí er frálíkt at vera komin í gongd. Arbeiðsøkið er nýtt fyri meg og uppgávurnar nógvar, tí vil eg sjálvsagt nýta fyrstu tíðina at seta meg inn í allar tær spennandi uppgávurnar, sum liggja fyri framman, sigur Jórun Gardar við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Jórun Gardar hevur fjølbroyttar arbeiðsroyndir og hevur tey seinastu árini starvast sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Jórun skal í samstarvi við nevndina skipa fyri, at ferðavinnan í Norðoyggjum framhaldandi kann vaksa og mennast, og skal hetta skipast í tøttum samstarvi millum kommunur og vinnulív í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder