- Eg valdi at søkja, tí hetta er evsta journalistiska starvið í Føroyum við einari stórari redaktión. Eg haldi hettar vera eina stóra og spennandi avbjóðing.
Tað sigur Georg L. Petersen, sum júst er blivin tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Tíðindaleiðarin í KVF er deildarleiðari fyri 24 starvsfólkum og skal standa á odda fyri tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum. Og nýggi tíðindaleiðarin heldur avbjóðingina hjá stovninum vera, at miðlalandslagi broytir seg nógv.
- Miðlamyndin broytist nógv. Internetið fyllir alsamt meira í tíðindaflutninginum, og tað er natúrligt, at Kringvarpið eisini flytir seg tann vegin, sigur Georg L. Petersen, sum leggur afturat, at tað eisini snýr seg um at framleiða tilfar til sosialar miðlar.
- Vit hava síður á eitt nú Facebook og Instragram, men tað kann væl vera, at vit skulu hava meira virknar síður í framtíðini, sigur nýggi tíðindaleiðarin, sum tó leggur dent á, at hetta ikki merkir, at núverandi virksemi verður niðurlagað.
KVF skal framleiða tað, sum teir privatu miðlarnir ikki kunnu
- Eg haldi heilt greitt, at vit skulu framleiða meira djúpan og gravandi journalistikk. Tað er nakað, sum eg havi eina fatan av, at teir privatu miðlarnir ikki megna. Tí er tað ein samfelagsskylda hjá Kringvarpinum, sigur Georg L. Petersen.
Kringvarpið hevur seinastu tíðina bjóða sendingina Pressan út til onnur at framleiða. Og í sambandi við, at hendan sendining aftur varð bjóðað út fyri kortum, var Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, í sendingini, har hann segði, at ætlanin var at bjóða fleiri sendingar út. Nýggi tíðindaleiðarin heldur, at tað væl er møguligt, at meira tilfar hjá Kringvarpinum kann bjóðast út - men ikki beinleiðis tíðindatilfar.
- Nú havi eg bara verið í starvinum í sjeyð tímar, so eg veit ikki hvørjar tílíkar ætlanir eru á stovninum. Tað kann væl vera, at meira tilfar hjá Kringvarpinum kann veitast út, men ikki beinleiðis tíðindatilfar, sigur Georg L. Petersen. Hann greiðir frá, at tíðindatilfarið ikki má verða heft at peningaligum áhugamálum, tí tað kann skaða trúvirði.
Georg L. Petersen hevur sjálvur verið uppstillaður fyri Sambandsflokkin á løgtingsvalinum í 2008. Er tað ikki ein trupulleiki fyri trúvirði hjá stovninum?
- Nei, tað haldi eg ikki. So leingi tú heldur teg til journalistiskar arbeiðsháttir og heldur teg frá partapolitikki. Tað snýr seg um at hava trúvirði, sigur Georg L. Petersen.
Eru longu tvær tíðindadeildir
Tað verður ofta ført fram, at Kringvarpið átti at havt tvær tíðindadeildir. Fólkaflokkurin legði í fjør eitt nú uppskot fram um evnið, og Rigmor Dam viðgjørdi spurningin, tá hon var landsstýrisfólk í mentamálum. Er uppgávan hjá tíðindaleiðaranum í KVF ov stór? Er deildin ov stór? Ikki um tú spyrt Georg L. Petersen.
- Tað eru longu tvær tíðindadeildir. Tær eru faktiskt eisini skiltar sundur reint fysiskt. Tí síggi eg onga meining í tí, greiðir nýggi tíðindaleiðarin frá. Hann sigur at hóast tað einans er ein tíðindaleiðari, eru tvær redaktiónir, ein fyri sjónvarp og ein fyri útvarp.
- Báðar redaktiónirnar høvdu viknað, um tær vórðu sundurskildar, staðfestir Georg L. Petersen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald