Innanlands

Nýggi vinnu- og mentanarstjórin er byrjaður í starvinum

Eirikur í Jákupsstovu tók formliga við starvinum 1. januar

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-01-07 14:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eirikur í Jákupsstovu tók formliga við stavinum 1. januar og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði honum vælkomnum og ynskti honum bestu eydnu í starvinum.

- Eg havi glett meg nógv at byrja, og tí er frálíkt at vera komin í gongd. Arbeiðsøkið er stórt og uppgávurnar nógvar, tí vil eg sjálvsagt nýta fyrstu tíðina at møta nýggju starvsfeløgum og vitja stovnar og fyritøkur í kommununi, og við tíðini menna eitt gott samstarv á vinnu- og mentarnarøkinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Eirikur í Jákupsstovu er 31 ára gamal, útbúgving løgfrøðingur og er búsitandi í Klaksvík. Eirikur hevur millum annað starvast hjá Betri Trygging, sum ráðgevi á Fólkatingi, umframt royndir sum journalistur hjá Kringvarpinum og Miðlahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder