2019-01-18 21:20
Nýggir el-steyrar eru settir upp í bátahyljunum á Strondum.
Sjóvar kommuna hevur keypt 10 nýggjar el-steyrar. Hesir eru settir upp í bátahylinum við Sjógv, bátahylinum í Bulldog og bátahylinum við Heygstøð.
Kortið sum man nýtti til gomlu el-steyrarnar, kann ikki nýtast í teimum nýggju. Kort til nýggju el-steyrarnar kunnu keypast á kommunuskrivstovuni.
LM Electric P/f eru veitarar av nýggju el-steyrunum, skrivar Sjóvar kommunan.
Gomlu el-steyrarnir koma framvegis at verða brúktir í bátahylinum á Selatrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald