Mentan

Nýggir gospelljómar frá Reality Bytes

Vinnarin av Sement 2019 hevur nú latið úr hondum sína fyrstu útgávu. Tekstirnir á Symphony of Storms eru rannsakandi, ljómurin er nýmótans og ein blandingur av ymiskum tónleikastílum. Gospel er tó í hásæti, og ætlanin hjá bólkinum er at skapa nakað nýtt á økinum í Føroyum

Dania Tausen er forsangari í bólkinum - her á palli við VSJ á Summar Festivalinum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dania Tausen er forsangari í bólkinum - her á palli við VSJ á Summar Festivalinum í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-22 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miklir ljómar. Haltar rútmur. Rannsakan. Hesi eru summi av teimum orðunum, sum nýggi føroyski bólkurin Reality Bytes lýsir seg sjálvan við.

Bólkurin spratt úr føroyskum samkomulívi á heysti 2018 og hevði sína fyrstu framførslu í Blábar í mars 2019. Í april tók bólkurin lut í tónleikakappingini Sement. Reality Bytes vann kappina. Dómarunum, Hans Mariusi Ziska, Mariu Guttesen og John Åge Egholm, dámd serliga mikla kórið, góða sangin og fløktu ljómarnar.

Heiðurslønin var tríggjar dagar í studio Bloch. Teir nýttu bólkurin til at taka upp fyrstu stuttfløguna “Symphony of Storms”, ið eru 4 løg og eitt millumspæl. Bólkurin heitti á Hans Poulsen í Introvers studio at framleiða útgávuna, og nú fyrliggur úrslitið. Talan er um eina EP, ið kom út á millum annað Spotify og Apple Music í dag.

[object Object]
Tutl

Bólkurin nýtir nýmótans gospel, og samkomubakgrundin er týðilig í ljómi og boðskapi; serliga í “Sælur”, ið hevur íblástur frá fyrsta Jákupsbrævið. Tekstirnir eru sum heild djúpir, reflekterandi og bera brá av tí leitandi i menniskjanum.  Í tónleikinum eru funk, jazz og poppur millum annað blandað uppí. Málið hjá “Reality Bytes” er at geva eitt nýtt íkast til gospel og føroyskan tónleik sum heild.  

Dania Odmarsdóttir Tausen av Toftum stendur á odda við sínari sterku rødd. Hon hevur áður verið at sæð og hoyrt við VSJ í sanginum God’s Work. Manningin er annars úr Eysturoynni og úr Havn

Reality Bytes eru:
Dania O. Tausen (sangur)
Ingmar Berg Mikkelsen (rhodes, orgul, klaver, vokodari, kór)
David Simonsen (bass, kór)
Pauli R. Poulsen (gittari)
Tórður D. Jacobsen (trummur)

Maria á Lakjuni syngur kór

Tveir sangir eru á enskum og tveir á føroyskum. Interlude er heilt serligt – tað er eitt brot úr einari talu hjá Brynleif Hansen, sála, frá 1960. Dania er abbadóttir hjá Brynleifi.

Sangir á "Symphony of Storms”:
Symphony of Storms
Sælur
Interlude
Fylgja
Love That Is Alive

Tað er Tutl, ið hevur givið EP’ina út. Reality Bytes hevur útgávukonsert í Toting í kvøld klokkan 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder