Mentan

Nýggir sangir frá Safir

26 ár eftir fyrstu fløguna, er nú nýtt í væntu frá Janusi Trúgvason og Tór Verland Johansen

2022-04-15 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í 1996 kom ein sermerkt fløga út við teimum báðum sangarunum, Janusi Trúgvason og Tór Verland Johansen, sum eisini spældu ávikavist gittar og sello.

Saman kallaðu teir seg Safir og á Safir-plátuni frá 1996 vóru fleiri sermerktir og øðrvísi sangir, eitt nú “Tú ert so deilig” og “Høgra Jam”.

Nú er okkurt nýtt í væntu frá teimum báðum. Í uppslagi á Facebook siga teir, at “tað er við gleði og spenningi at vit kunnu fortelja tykkum øllum, at okkara fyrsta staklag av nýggju EP'ini "Safir TVEY" heilt skjótt verður at hoyra”.

Og lagt verður afturat:

“Fyri okkum er hetta stórt, tí líka síðani okkara fyrsta og einasta útgáva varð útgivin í 1996, hava vit altíð ynskt at gjørt Safir TVEY. Vit eru í dag eitt annað stað í lívinum, men innan í okkum báðum livir Safir enn. Kanska meira enn nakrantíð. Við "TVEY" hava vit sett orð og ljóð á okkara Safir-kenslur, og geva kenslunum flog við góðum løgum, sum viðgera lívsins spurningar og svar á ein lættan, álvarsligan og skemtiligan hátt.”

Janus Trúgvason og Tór Verland Johansen skriva, at teir hesi seinastu árini hava jammað javnan saman og arbeitt við tilfari og verið í upptøkuhølunum.

Fyrsta lagið av komandi EP-útgávuni, “Vár” verður at hoyra heilt skjótt, skriva teir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder