Mentan

Nýggir tónar frá Eli Tausen á Lava

Staklagið ‘Heart’, sum verður partur av nýggjari tónleikaútgávu hansara, sum verður givin út 24. juni, er ein dramatiskur og eldhugaður fagnaður til nøkur av hansara kærastu barndómsminnum

(Mynd: Dánjal Arge)

(Mynd: Dánjal Arge)

2022-05-08 11:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

24. juni kemur nýggja tónleikaútgávan hjá Eli Tausen á Lava ‘In a Field’ út, og nú ber til at hoyra fyrsta staklagið.

Staklagið eitur ‘Heart’ og er ein dramatiskur og eldhugaður fagnaður til nøkur av hansara kærastu barndómsminnum. Eli fortelur:

– Tá eg var lítil elskaði eg at spæla telduspøl, og mítt yndisspæl æt Kingdom Hearts. Eg var púra vekk í søguni, persónunum og tónleikinum.

– Tað var ikki meiningin at ‘Heart’ skuldi fagna nakað ávíst, men so skjótt eg hevði skrivað byrjanina av stykkinum, gekk tað upp fyri mær at har var okkurt sum minti meg um tónleikin Yoko Shimomura gjørdi til Kingdom Hearts røðina. Fyri at fagna eitt av mínum yndisítrivum sum barn gjørdi eg av at kalla stykkið ‘Heart’.

Eli Tausen á Lava er ein av teimum fyrstu føroyingunum sum skriva tónleik innanfyri ta postklassisku sjangruna. Tónleikurin ljóðar sum hann kundi verið úr einum filmi ella eini sjónvarpsrøð og er eyðkendur av eini samanseting av norðurlendskari melankoli og serføroyskari dramatisismu.

Hoyr ‘Heart’ her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder