Norðurlendsku ráðharrarnir við kommunal- og regiónsmálum hava á fundi í Reykjavík samtykt eina menningarætlan fyri Norðuratlantshav, kallað NAUST.
Í ætlanini verður dentur lagdur á millum annað mentan, vælferð og javnstøðu, havið og bláan búskap, orku og burðardygga ferðavinnu. Ætlanin skal styrkja samstarvið í útnorðurøkinum, skrivar norden.org.
NAUST snýr seg um samstarvið millum Føroyar, Grønland, Ísland og strandaøkið í Noregi frá Rogaland til Finnmark. Ætlanin skal vísa veg og vera vegleiðandi fyri norðuratlantiska samstarvið.
Stovnurin NORA (Nordisk Atlantsamarbejde), sum hevur høvuðsskrivstovu í Havn, fær ábyrgdina av at málini og raðfestingarnar í NAUST-ætlanini verða førd út í lívið.
Tað var Ísland sum tók stig til átakið í samband við íslendska formansskapin fyri Norðurlendska Ráðharraráðið í 2014.
- Eg eri sera nøgdur um, at norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava góðkent ætlanina. Hon tryggjar, at ansað verðureftir hesum økinum, ið gerst alsamt meira áhugavert fyri umheimin. Norðuratlantshav hevur sínar egnu møguleikar og avbjóðingar, og tað er av týdningi, at vit eisini styrkja samstarvið í hesum økinum, sigur Sigurði Ingi Jóhannsson, íslendskur ráðharri við samferðslu- og kommunumálum.
Kári Mortensen hevur verið føroyskt umboð í bólkinum av embætisfólkum, sum hevur fyrireikað og orðað málsetningarnar fyri NAUST-samstarvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald