Innanlands

Nýggj avtala um loftbrúgv til listafólk

Tórshavnar kommuna, Uttanríkis- og mentamálaráðið og Atlantic Airways eru felags um stuðulsskipanina til listafólk, sum nú hevur 10 ár á baki

Seinastu tíggju árini hevur átakið Loftbrúgvin latið fleiri enn 2.500 ferðaseðlar til føroysk listafólk, sum hava havt virksemi uttanlands (Mynd: torshavn.fo)

Seinastu tíggju árini hevur átakið Loftbrúgvin latið fleiri enn 2.500 ferðaseðlar til føroysk listafólk, sum hava havt virksemi uttanlands (Mynd: torshavn.fo)

2025-12-11 13:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíggju árini hevur átakið Loftbrúgvin latið fleiri enn 2.500 ferðaseðlar til føroysk listafólk, sum hava havt virksemi uttanlands.

Talan er um eitt stuðulssamstarv, sum Atlantic Airways, Tórshavnar kommuna, Uttanríkis- og mentamálaráðið eru felags um.

Tórshavnar kommuna hevur í dag kunngjørt, at nýggj avtala um Loftbrúnna fyri varð undirskrivað í Norðurlandahúsinum mikudagin.

Hendan er galdandi fyri næstu trý árini - frá 2026 til og við 2028. Júst Norðurlandahúsið hevur verið partur av Loftbrúnni, men hevur tikið seg úr fyribils vegna sparingar.

-Tað kennist væl sum kommuna at kunna stuðla okkara listafólkum við Loftbrúnni, soleiðis sum Tórshavnar kommuna nú hevur gjørt í 10 ár. Við hesum stuðla vit ikki bert okkara evnaríku listafólkum, men eisini okkara egna mentanarlívi staðfestir Elsa Berg, borgarstjóri.

Loftbrúgvin til listafólk gevur listafólkum betri møguleika at búgva í Føroyum og ríka okkum við síni list her heima, samstundis sum tey kunnu breiða føroyska list og mentan út í onnur lond og skapa listalig samstørv tvørtur um landamørk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder