Sunnudagin verður bókaframløga í Norðurlandahúsinum har rithøvundurin og læknin, Elsubeth M. Fossádal, leggur fram nýggja barnabók, hon hevur skrivað. Bókin kallast “Alva og Lias”, og á tiltakinum Elsubeth at at lesa upp úr bókini.
Eisini verður tónleikur har Jón Eliasen fer at syngja nakrar sangir, og at enda verður okkurt gott til børnini.
Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið.
Í hægsta lagi 50 fólk sleppa til tiltakið. Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð.
Eitt sindur um bókina
Alva og Lias er ein fitt, upprunaføroysk myndabók við søgum og fakta eftir Elsubeth M. Fossádal.
Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt. Í bókini eru tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias, sum eins og øll onnur børn onkuntíð meiðsla seg ella gerast sjúk. Aftan á hvørja søgu er ein faktasíða, har ein lækni greiðir barninum frá tí, sum hendir í søguni – hvat tað er at fara til barnakanning, um ovurviðkvæmi, og hvat vit skulu gera, um vit brenna okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald