2025-06-05 14:40

Tað er siður í bryggjarínum OY at gera eina serframleiðslu hvørt hundranda batch. Nú er OY komið til batch nummar 300 og hava havt í huga teir 300 spartanarnar.
Talan er um eina 3x reyð IPL við TDH (Triple Dry Hopped).
Ølin er bryggjað við fýra humlum: krush, chinook, centennial og polaris. Og við IBU 300 er hetta ein beisk øl, sum passar væl til heitið á ølini. Kcal er 333.
OY bjóðar samstundis ókeypis smakkiroyndir av Batch 300 í Rúsuni í Miðlon og í OY sjoppini í dag frá kl. 15 til 17.30 – tað er sera avmarkað nøgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald