
Nýggjasta bókin í heimskendu bókarøðini um hungursleikirnar eftir Suzanne Collins hevur altjóða útgávudag í dag 18. mars, og Føroyar eru við á heimsútgávudegnum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags skrivar, at tiltøk við midnáttarsølu av bókini hava verið um allan knøttin í nátt, har ídnir lesarar hava bíðað spentir til at kunna ogna sær nýggju bókina. Eisini varð nógv gjørt burturúr á Glasi í Havn, har næmingar vóru til stórt tiltak um hungursleikirnar og dystopi í gjárkvøldið. Filmssýnginar vóru eisini á skránni.
Talan er um eitt serstakt slag av skaldskapi, sum "Hunger Games" eru eitt gott dømi um. Søgurnar fara fram í einari daprari framtíð, har børn so at siga verða offraði í einum leikvølli, sum er eitt slag av "Colleseum".
- Tá navnið hjá Haymitch verður rópt, kennir hann á sær, at dreymarnir hjá honum brotna. Hann verður skryktur frá familjuni og gentuni, koyrdur til Capitol við trimum bøtarum úr Sýslu 12: einari ungari gentu, ið hann kennir næstan sum eina systur, einum veddingardrongi og tí nasadjarvastu gentuni í býnum. Tá leikirnir fara í gongd, skilir Haymitch, at hann stendur til at tapa. Men okkurt inni í honum vil stríðast ímóti … og vil hava stríðið at ekkóa langt út um lívshættisliga válin.
Sólarris á heystingardegi er fimta bókin í røðini um sonevndu hungursleikirnar (Hunger Games) í dystopiska landinum Panem. Søgan í hesi bókini fer fram 24 ár áðrenn hendingarnar í fyrstu bók, sum kom út á føroyskum í 2012. Tá var høvuðspersónurin í nýggju bókini, Haymitch Abernathy eisini á ein hátt við.
Woody Harelson sum Haymitch og Jennifer Lawrence sum Katniss
Sólarris á heystingardegi er onnur undansøgan ella prequel í bókarøðini. Í 2020 bleiv Ríman um sangfuglar og slangur útgivin sum fyrsta undansøgan í røðini. Hendan lýsir hendingar, sum fóru fram umleið 60 ár áðrenn hendingarnar í upprunatríverkinum Hungursleikirnir, Festir í og Boðkveggja.
Øll bókarøðin hevur selt yvir 100 milliónir. eintøk kring heimin, er týdd til 51 ymisk mál, og bøkurnar eru gjørdar til stórar og væl umtóktar filmar, har Hollywood-stjørnan Jennifer Lawrence spældi Katniss Everdeen.
- Nýggjasta bókin hevur altjóða útgávudag í dag 18. mars. Tað merkir, at bókin kemur út á føroyskum og á ymsum øðrum málum samstundis sum upprunabókin á enskum.
Amerikanska Suzanne Collins hevur skrivað allar bøkurnar um hungursleikirnar, Bergur Rasmussen hevur týtt allar úr enskum, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur føroysku bøkurnar út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald