Innanlands

Nýggj bussleið til Gásadals tikin í nýtslu

Kommunan og Visit Vágar fegnast um nýggju tænastuna

2021-10-06 15:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánadagin víðkaði Bygdaleiðir um sambandið í Vágum soleiðis, at almenna bussleiðin eisini røkkur til Gásadals.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Rasmus S. Biskopstø, menningarleiðari í Visit Vágar, fegnast um farleiðina og vísa á, at tað hevur verið javnur eftirspurningur frá ferðafólki um busssamband við víðagitnu náttúruperlurnar.

Nýggja leiðin økir atkomligheitina samstundis sum, at betri møguleiki er fyri at tálma rúgvismiklu bilferðsluni, sum ofta er um summarið. Tí er tað eisini gleðiligt, at tað eftir ætlan kemur ein víðkað summarferðaætlan komandi ár.

Fyribils er talan bert um koyring gerandisdagar, og allir túrar til og úr Gásadali skulu tilkallast á tlf. 77 00 00.

Ferðaætlanin er tøk á heimasíðuni hjá Strandfaraskip landsins   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder