Mentan

Nýggj fløga við tónleiki hjá Eivør

Sangirnir, sum Eivør hevur gjørt saman við John Lunn til røðina ”The Last Kingdom” komnir út

2018-11-10 14:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri munnu kennast við filmsrøðina ”The Last Kingdom”, sum er at síggja á Netflix. Og nógv teirra, sum kenna røðina, gleða seg óivað eisini til, at triðja umfar av røðini skjótt verður leyslatið.

Umframt at vera ein spennandi søga um tíðina, tá víkingar herjaðu í Onglandi, er røðin eisini serlig, tí at Eivør Pálsdóttir hevur so stóran leiklut í ljóðsporinum. Tað er annars skotin John Lunn, ið skrivar tónleikin til sjónvarpsrøðina. John Lunn er klassiskur komponistur, men verður eisini brúktur til filmstónleik og hevur eisini skrivað til fleiri sjónvarpsrøðir.

Í gjár kom út fløga við tíggju sangum, sum John Lunn hevur skrivað í tøttum samsvari við Eivør Pálsdóttir. Talan er um stemningsfullan tónleik, har Eivør fyri ein stóran part syngur á føroyskum. Í eina sanginum, ”The Hall of the Fallen”, fer hon eisini yvir í sálmin ”Eg skar mítt navn í grein ta hvítu” – riggar sera væl.

Sjálv skrivar Eivør á Facebook:

”John Lunn og eg eru errin av at kunngera leyslatingina av ljóðrásini (soundtrack), ið hevur livað saman við okkum hesi seinastu 3 árini. Tað hevur verið ein fantastisk kreativ ferð, og vit høvdu stóra frægd av at seta hesa ljóðrásina saman. Tað er natúrligt og organiskt at arbeiða saman við John. Tá hann skrivar tónleik til eina ávísa senu, sendir hann mær hugskot gjørd á analogum ljóðborði ella lýra (gamalt streingjaljóðføri), og so sendi eg honum nakrar improvisasjónir, sum vit síðan kunnu skapa og evna til eitt skipað tónastykki. Nógv av hesum er ómøguligt at endurskapa, tí tað er nakað, sum hendir í løtuni.

Í tilgongdini at velja út hesar sangirnar, tóku vit tað frælsi at umskriva nøkur av stykkjunum til longri verk, sum kundu standa einsamøll uttan myndirnar, eins og vit gjørdu nøkur stykki til veruligar sangir við hjálp frá rithøvundanum Marjun Syderbø Kjelnæs.

Vónandi finnir tú okkurt í hesum, ið kann skaka innasta kjarnan hjá tær og flyta hjartastreingirnar onkursvegna”.

Tónleikurin kann hoyrast á Spotify – leita eftir ”The Last Kingdom”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder