Mentan

Nýggj føroysk faktabók um matoyðsl!

"Matur - okkara virðismikla tilfeingi" verður kallað ein "kærkomin bók, sum kann fáa børnini at skilja, at matur ikki er ein sjálvfylgja"

Systrarnar Sanna Andrassdóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen hava skrivað nýggju bókina

Systrarnar Sanna Andrassdóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen hava skrivað nýggju bókina

2022-03-03 12:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder


Í hesi vikuni fer bókin “Matur – okkara virðismikla tilfeing”i út í handlarnar. Hetta er ein upprunaføroysk faktabók um matframleiðslu og -oyðsl og veðurlagsbroytingar, sum er viðkomandi fyri bæði børn og vaksin. Sanna Andrassdóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen hava skrivað hesa bók, sum eisini er partur av krossfiskarøðini hjá Bókadeildini og Námi og sostatt hóskandi sum undirvísingartilfar til mið- og hádeild.

Bogi Hansen, havfrøðingur, sigur soleiðis um bókina: ”Ein sera kærkomin bók, sum kann fáa børnini at skilja, at matur ikki er ein sjálvfylgja, og ikki minni okkum vaksnu, sum innflyta næstan hvønn bita, sum fer í munnin, um hann ikki fer í ruskspannina.”

Útgávutiltak
Í sambandi við, at ein nýggj upprunaføroysk faktabók er komin á marknaðin, verður skipað fyri útgávutiltaki hósdagin 10. mars kl. 20 í Reinsarínum í Havn. Bókadeildin bjóðar vælkomin, og síðani fer Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen at hava samrøðu við høvundarnar. FNU fer eisini at hava eina framløgu um veðurlagsbroytingar. Harumframt fer Guðrið Hansdóttir at syngja, og Mat- og moldmentanarháskúlin ger okkurt ábit.

Um bókina
Visti tú, at ein triðingur av øllum mati, sum verður framleiddur í heiminum, fer í rusk? At tað fara næstan sjey fullir bilar við mati og matleivdum um vikuna á brennistøðirnar í Føroyum? At vit í miðal fyri hvønn føroying innflyta 15 kilo av neytakjøti um árið? Og ikki minst, at vit øll kunnu gera nógv fyri at minka um nøgdirnar av mati, sum fara burtur? Matvøruframleiðsla hevur stóra ávirkan á umhvørvið, og eisini á veðurlagsbroytingar. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvar maturin, vit eta í Føroyum, kemur frá, hvat vit gera við matin heima, og hvat vit sjálv kunnu gera fyri at minka um matoyðsl heima hjá okkum sjálvum.

Um høvundarnar
Gunnhild og Sanna eru systrar. Gunnhild er fødd í 1983 og hevur lisið samfelagsfrøði og humanvistfrøði. Sanna er fødd í 1981 og hevur lisið mál- og bókmentafrøði. Tær vóru við at endurstovna FNU, Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, í 2014, og fyrstu árini sótu tær í nevndini.

Tær eru við í VistGrøði umframt í átakinum Kjøtfríur mánadagur – Føroyar.

[object Object]

Bókin er innbundin, 100 blaðsíður og kostar 225 krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder