Mentan

Nýggj fyrilestrarøð úr Aarhus Universitet

Í næstum setur Norðurlandahúsið hol á eina nýggja sesong við stroymdum fyrilestrum í náttúruvísind

2022-02-02 10:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Oyðilegst heili okkara av ov lítlum svøvni? Hvussu bjarga vit hóttaða lívmargfeldið? Hvat kunnu vit læra frá víðgongda sodningarlagnum hjá slangum? Hvat vita vit um framtíðarinnar veðurlag?

Nógvir spurningar mugu svarast, tá ið Norðurlandahúsið enn eina ferð setur hol á eina nýggja sesong við stroymdum fyrilestrum í náttúruvísind frá Aarhus Universiteti.

Fyrsti fyrilestur, ið verður 8. februar kl. 18 varpar ljós á lívmargfeldiskreppuna. Professari í vistfrøði Jens-Christian Svenning er depilsleiðari á einum stórum altjóða granskingarmiðdepli við heitinum ’Center for Biodiversitetsdynamik i en verden under forandring ’. Í fyrilestrinum fer hann m. a. at greiða frá, hvat ávirkar lívmargfeldi, hvønn leiklut veðurlagið og menniskja hevur, og ikki minst, hvat vit sum samfelag kunnu gera fyri at tryggja eitt ríkt lívmargfeldi fyri komandi ættarlið.

Møguleiki er at seta spurningar til fyrilestrarhaldaran. Fyrilestrarnir eru ókeypis, men tilmelding á heimasíðuni nlh.fo er neyðug.

Fyrilestrarskrá í vár:

8. februar kl. 18 – Náttúrunar framtíð

22. februar kl. 18 – Sovandi heilin

1. mars – Veðurlagsbroytingarnar

15. mars – Ekstrem sodning

29. mars – Flogmýs

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder