Í dag fer Nordic Compass av bakkastokki. Talan er um eina nýggja norðurlendska ídnaðarsamgongu, norðurlendskar fyritøkur, grunnar og felagsskapir taka lut. Miðað verður ímóti at samskipa samstarv millum almenna og privata geiran till tess at gagnýta styrkina í norðurlendskum ídnaði og skapa úrslit, ið kunnu mátast. Fyrstu úrslitini verða løgd fram á Nordic Compass Summit í november í Gøteborg, Svøríki.
Eitt Nordic Advisory Board verður sett á stovn við átta umboðum úr norðurlondunum, umframt aðalskrivaranum í Norðurlendska Ráharraráðnum,so at útlit og sjónarmið úr hvørjum landi sær verða tikin við.
Turið F. Arge, stjóri í Føroya Banka, umboðar Føroyar í Nordic Advisory Board og sigur:
- Føroyar vísa, hvussu smáir útatvendir búskapir kunnu blóma við nýskapan,sterkum ídnaði og altjóða samstarvið. Nordic Compass byggir nú ein pall, har hesar royndirnar kunnu knýtast at øllum liðum í norðurlendska vinnulívsumhvørvinum og tryggja, at øll norðurlond í felag skapa okkara felags búskaparligu framtíð.
Kendir leiðarar úr øllum norðurlondum sita í Nordic Compass stýrinum. Fyrrverandi finski forsætisráðharrin Jyrki Katainen er formaður, og Kristin Skogen Lund varðaforkvinna. Stýrislimirnir eru: Øyvind Eriksen (Noreg), Ásta Fjeldsted (Ísland), Antti Herlin (Finland), Lars Rebien Sørensen (Danmark) og Jacob Wallenberg (Svøríki), umframt at Christian Frigast og Henrik Skovby eru aðalskrivarar.
- Í vísindaligari styrki og tøkniligum mátti eiga norðurlond avgerandi kappingarfyrimunir. Um vit savna kapital, gransking og vinnulív tvørtur um landamørk, kunnu vit styrkja okkara evni at menna og seta í verk loysnir í breiðum vavi. Norðurlond hava felags stovnar, virði og samfelagsleist, tí ber til hjá okkum at samstarva tætt og munagott. Samstundis kunnu norðurlond gerast ein eftirfarandi fyrimynd fyri aðrar landspartar í Evropa, sigur Lars Rebien Sørensen, stýrislimur í Nordic Compass og stýrisformaður í Novo Nordisk grunninum.
Ótroyttir norðurlendskir møguleikar
Til samans teljast norðurlond millum heimsins størstu búskapir, men enn er samstarvið tvørtur um norðurlendsku landamørkini ikki gagnýtt til fulnar.
Fyrsta árið fer Nordic Compass at savna seg um fýra strategisk øki, ið krevja stórar íløgur og tættari samstarv, um norðurlond framhaldandi skulu vera kappingarfør í altjóða høpi. Serfrøðingar fara at eyðmerkja átøk, framd av vinnulívinum innan hvørt raðfest øki, ið kunnu mennast á hægri stigi gjøgnum norðurlendsk samstarv.
Í Nordic Compass luttaka fleiri enn 25 av fremstu norðurlendsku fyritøkunum, grunnunnum og feløgunum, øll geva sítt íkast alt eftir fortreytunum (Sí fullfíggjað hvirlig á heimasíðuni www.nordiccompass.org). Nevnast kunnu Aker ASA, Aker Solutions, Alfa Laval, atNorth, Carl Bennet AB, Chr. Augustinus Fabrikker, Danfoss, Embla Medical, EQT, Ericsson, EY, The Finnish Innovation Fund Sitra, KONE, Kromann Reumert, McKinsey & Co., Nasdaq Nordic, Nokia, Nordea, Nordic Innovation, Novo Nordisk Fonden, Nscale, Saab, SEB, Vattenfall, Wallenberg Investments og Ørsted.
Dalberg og Erhvervslivets Tænketank tóku stig til hetta átakið og varða av dagliga rakstrinum.
Nordic Compass fer eisini at samstarva við vinnulívs- og áhugafeløg eins og onnur áhuga úr øllum norðurlondum. Nýggja samgongan fer eisini at taka støði í verandi átøkum og avrikum, til tess at tryggja at Nordic Compass hevur breitt festi, tættari samskipan og samanspæl um øll norðurlond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald