Innanlands

Nýggj kirkja ávegis á Glyvrum

Arbeitt hevur verið við málinum í næstan tjúgu ár, og nú er sáttmáli er gjørdur við arkitektavirkið SNA. Nýggja kirkjan skal eftir ætlan taka 750 fólk og eisini hava fullan kjallara

Gamla kirkjan á Glyvrum er frá 1927 men varð bygd út og endurvígd í 1981. Hon tekur 600 fólk (Mynd: Hilmar Jan Hansen/folkakirkjan.fo)

Gamla kirkjan á Glyvrum er frá 1927 men varð bygd út og endurvígd í 1981. Hon tekur 600 fólk (Mynd: Hilmar Jan Hansen/folkakirkjan.fo)

2023-02-17 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Núverandi kirkja á Glyvrum hevur staðið í næstan 100 ár. Hon er frá 1927, og varð bygd út og endurvígd í 1981. Gamla kirkjan tekur 600 fólk - ætlanin er at rúm skal vera fyri 750 fólkum í nýggju kirkjuni, sum eisini skal hava fullan kjallara.

– Tað byrjaði við, at vit fyrst í hesi øldini ætlaðu at gera nakrar broytingar í kirkjuni, sum ikki var so væl egnað, tá ið talan var um onnur tiltøk enn ta vanligu gudstænastuna. Vit settu fram ynski um nakrar broytingar, men táverandi biskupur, Hans Jacob Joensen, helt fyri, at “nú skuldi ikki meira pjøssast upp á Glyvra kirkju”, men at vit heldur skuldu hava eina nýggja kirkju. Jógvan á Lakjuni, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, bar skjótt at og lovaði okkum fígging.

Hetta sigur Hans Jacob Lamhauge, sum hevur verið kirkjuráðsformaður á Glyvrum síðani 2002, við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.

Úrslitið av hesum gjørdist, at arkitektakapping varð útskrivað, á sumri 2007 varð greitt Árni Winther Arkitektar áttu vinnandi uppskotið av teimum 15. Hóast nógv er hent síðani tá, so er tað hetta uppskotið ið skal mynda nýggju kirkjuna á Glyvrum. Hon verður bygd norðan fyri verandi kirkju.

Gjørt sáttmála - góðir karmar
Arkitektavirkið hjá Selmari Nielsen, SNA, yvirtók í 2007 Árni Winther Arkitektar, og tí er tað við SNA, at sáttmáli herfyri varð gjørdust um prosjekteringina av nýggju kirkjuni á Glyvrum. Hetta arbeiði er farið í gongd - í kirkjuráðnum á Glyvrum hava tey leingi arbeitt við at savna inn til sín part av fíggingini.

– Vanliga verður kirkjubygging fíggjað við einum triðingi frá kirkjuráðnum, einum frá stiftsstjórnini og einum frá tí almenna. Vit hava gjørt okkara og stiftsstjórnin sítt, og tí vænta vit eisini, at parturin hjá tí almenna fer at koma upp á pláss. Ætlanin hjá okkum er, at vit skulu fáa eina nýggja kirkju upp at standa fyri umleið 90 milliónir krónur, tá ið alt er klárt og liðugt.

Kirkjuráðsformaðurin sigur, at við nýggju kirkjuni fær kirkjuliðið á Glyvrum góðar karmar, ið hóska til tað virksemi, sum er í dag, tí tað er munandi øðrvísi nú, enn tað var fyrr.

– Tað er ikki longur soleiðis, at tú kemur í kirkjuna henda eina tíman um vikuna, setur teg á ein stól og so fert avstað aftur, so skjótt sum gudstænastan er liðug. Nú hava vit sunnudagsskúla undir gudstænastuni, og eisini er kirkjan karmur um kórsang, listaframsýningar og alt møguligt annað – umframt allar tær vanligu kirkjuligu tænasturnar, sigur hann.

Eingin avgerð enn
Hans Jacob Lamhauge sigur eisini, at nýggja kirkjan verður rættiliga serstøk og fer ikki at líkjast nakrari av teimum kirkjum, vit hava her á landi í dag. Tað sær hann bara sum eina spennandi avbjóðing, tí allar kirkjur nýtast ikki at vera átøkar hvørjiaðrari - hvat skal henda við núverandi kirkju er ikki greitt enn:

– Og so er tað sjálvandi eisini ein spurningur, hvat vit so skulu gera við ta gomlu kirkjuna, tá ið tann nýggja er komin. Tað hava vit onga støðu tikið til enn, tí har eru sjálvandi fleiri møguleikar. Ikki er tað heldur nøkur løtt avgerð at taka, men lat okkum nú fáa ta nýggju kirkjuna fyrst, so kunnu vit taka hitt aftaná, sigur hann.

Yvirhøvur sigur kirkjuráðsformaðurin, at fólk á staðnum eru spent og spyrja eftir nýggju kirkjuni, tí tey gleða seg til aðrar og meira tíðarhóskandi umstøður, nú gamla kirkjan skjótt fer um tey 100 árini og útbyggingin av henni longu hevur yvir 40 ár á baki.

– Eg havi einki merkt til, at fólk ikki vilja hava eina nýggja kirkju ella at tey eru misnøgd við, at ein nýggj kirkja skal koma. Tvørturímóti hava vit bara møtt vælvild og stuðli frá fólki allan vegin ígjøgnum, og tað hevur gjørt tað hugaligt at arbeiða við hesum spennandi ætlanunum, ið vit nú vónandi kunnu seta fulla ferð á, sigur Hans Jacob Lamhauge at enda. 

Kelda: folkakirkjan.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder