
Umboð fyri Hoyvíkar kirkju og borgarar í Hoyvík hava í fleiri umførum ynskt at betra um kirkjugarðsleiðina, soleiðis at líkbilurin við fylginum kann fara umvegis Dalin Langa niðan í nýggja kirkjugarðin.
Nú er greitt, at ein nýggj leið kemur. Á býráðsfundi hóskvøldið varð einmælt samtykt at játta 950.000 krónur til at fara undir arbeiðið at gera ein veg, sum gongur frá kirkjutorginum yvir til verandi gøtu í Dalinum Langa og niðan í kirkjugarðin - hetta so at farast kann beinleiðis úr kirkjuni og niðan í kirkjugarðin.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Í dag koyrir líkbilurin eftir Løgmannabreyt, tá líkfylgið fer seinastu ferðina úr kirkjuni niðan í kirkjugarðin. Hetta verður ikki mett sum ein serliga virðilig leið, umframt at leiðin tykist rættiliga long.
Hoyvíkar kirkja varð bygd í 2007, og liggur sunnan fyri miðstaðargøtuna Karlamagnusarbreyt. Kirkjugarðurin er staðsettur norðan fyri Klingruna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald